Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eingin gjøgnumkoyring eftir Havnargøtu

Í nátt verður veg- og grevstrararbeiði á Havnargøtu, og tí verður vegurin stongdurÍ nátt verður veg- og grevstrararbeiði á Havnargøtu, og tí verður vegurin stongdur

Í sambandi við grevstrararbeiði hjá SEV, verður eingin gjøgnumkoyring eftir Havnargøtu frá mánakvøldinum 29. januar 2024 klokkan 23.30 til týsmorgunin 30. januar 2024 klokkan 06.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Finn vegarbeiði á korti
Á kortinum niðanfyri sært tú øll graviloyvini, sum eru latin í løtuni. Graviloyvini, ið eru frámerkt við reyðum, eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult graviloyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Trýstir tú á einstaka graviloyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum.

Á kortinum ber eisini til at tendra fyri lag og síggja, hvørji graviloyvi eru givin seinasta árið frá í dag at rokna. 

Vís kort í fullari stødd

Kelda: Tórshavnar kommuna