Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup B verður verandi í Klaksvík

Leingi hevur verið ivamál um KÍ-liðskiparan, Jákup B. Andreasen, fór at halda fram í KÍ, men nú hevur hann tikið avgerð at halda fram í felagnum

Leingi hevur tað verið eitt ivamál, hvørt KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, fór at halda fram í KÍ ella ikki, men nú er tann ivin skúgvaður til viks. Jákup heldur fram í KÍ.

– Tað er ein tíð síðani, at eg tók avgerðina, og eg setti mær fyri, at alt skuldi í øllum førum verða avgreitt áðrenn venjingarleguna. Og avgerðin er tikin. Eg haldi fram í KÍ, har eg eisini havi sáttmála fyri 2024. Tað hevur verið stórur áhugi uttanlands og onkur stór feløg hava víst áhuga. Onnur viðurskifti hava eisini spælt inn. Eg skuldi hava skúlan lidnan og síðani skal eg verða pápi í mars. Tað passar best til mína støðu at halda fram í KÍ, og tað eri eg glaður fyri, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið.

Móti endanum av seinasta kappingarári segði KÍ-liðskiparin, at hann hevur spælt sær við tankan um at royna seg uttanlands einaferð, og at áhugin var stórur frá fleiri feløgum. Men hann staðfesti eisini, at tað skuldi nógv til fyri at fáa hann úr KÍ, og eisini skuldi alt passa saman við familjuviðurskiftunum, men nú er so greitt, at hann heldur fram í felagnum.

Norðlýsið skrivar, at Jákup B. Andreasen spældi 50 dystir fyri KÍ og A-landsliðið í fjør, sum er met fyri spælara í føroysku kappingini.

25 ára gamli miðvallarleikarin hevur vunnið fýra FM við KÍ, og var við í stóra KÍ-ævintýrinum í fjør, tá KÍ vann seg í bólkaspælið í Conference League, har KÍ vann fýra stig.

Sjúrður heldur ikki fram
Hjálparvenjarin í KÍ síðan 2020, Sjúrður Jacobsen, heldur ikki fram í KÍ. Hann hevur verið glaður fyri tíðina í KÍ.

Les eisini...  Fyrrverandi HB-venjari til IFK Göteborg

– Eg havi verið hjálparvenjari í fýra ár, og tað hava verið fýra fantastiska spennandi og lærurík ár, sum hava givið mær nógvar minningarríkar løtur. Millum annað meistaraheitið í trý ár á rað, tað søguliga bólkaspælið seinasta kappingarár, og aðrar serligar løtur sum tildømis ein søguligan 6-1 sigur ímóti Dinamo Tbilisi í Europa League í 2020 og 3-1 sigurin ímóti Bodø/Glimt í Champions League í 2022 var nokk tað besta eg havi sæð eitt KÍ-lið spælt í Klaksvík, sigur hann við Norðlýsið.

Sjúrður sigur við Norðlýsið, at hann hevur havt okkurt tilboð í vetur, men enn er ógreitt, um hann verður venjari ella hjálparvenjari í 2024.