Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleyr í hálvfinaluni í Bónus-kappingini efir sigur á TB

Í gjár gjørdist greitt, hvør spældi seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, og hvør skal møta hvørjum. Í Havn spældu Fleyr og TB altavgerandi dyst í bólki 2, og í Klaksvík spældu Mjølnir og SÍ um fyrstaplássið í bólki 1 – og harvið sleppa undan at møta Drátti í hálvfinaluni

Bónus-kappingin, kvinnur:
Í gjár gjørdist greitt, hvør spældi seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, og hvør skal møta hvørjum. Í Havn spældu Fleyr og TB altavgerandi dyst í bólki 2, og í Klaksvík spældu Mjølnir og SÍ um fyrstaplássið í bólki 1 – og harvið sleppa undan at møta Drátti í hálvfinaluni.

Bólkur 2:
Fleyr – TB 3-1 (25-16, 21-25, 25-17, 25-19)
Tað var ikki fyrr enn seint í fjórða setti, at avgerðin fall um, hvør vann seg í hálvfinaluna. TB legði seg á odda 7-1, men tapti síðan seks av teimum næstu sjey bóltunum, so Fleyr fekk minkað um munin niður í eitt stig og fór seinni framum 14-11, áðrenn TB javnaði til 15-15. TB helt tørn til støðuna 17-18 (til Fleyr), tá Fleyr vann fýra stig á rað og síðani settið 25-19, og so var Fleyr í hálvfinaluni.

TB hevði annars fingið betri byrjanina upp á dystin, men eftir 12-12 í fyrsta setti dró Fleyr frá og vann lættliga 25-16.

Fimm á rað frá 5-7 til 10-7 og onnur seks á rað frá 10-9 til 16-9 vóru grundarlagið undir sigrinum hjá TB í øðrum setti, men tað var kortini líka við, at settið var lorkað burtur, tá ið Fleyr kom afturíaftur og fór framum 20-18. Men so vann TB aftur sjey av næstu átta bóltunum og settið 25-21.

Í triðja setti fór Fleyr frá 1-3 til 7-3, og spenningur kom ongantíð í settið, sum Fleyr vann 25-17.

Bólkur 2:
Dráttur – KÍF 3-1 (25-16, 25-27, 25-23, 25-19)

Møguleikin hjá KÍF at spæla seg í hálvfinaluna var mest teoretiskur, og fyrsta treyt var at vinna 3-0 á oddaliðnum í bólkinum, Drátti. Tann vónin svann burtur í einki, tá Dráttur legði seg á odda 6-0 í fyrsta setti, sum Dráttur eisini vann 25-16 uttan himpr. Og so var bara eftir at spæla um heiðurin, nú hálvfinalan var rokin.

Og heiðurligt gjørdist tað hjá KÍF ímóti ósigraða Drátti, og frammanfyri 20-14 í øðrum setti tóktist tað at vera í pottinum, men Dráttur tók KÍF aftur og hevði enntá eisini tveir settbóltar, sum hvørgin tó var gagnnýttur, og so eydnaðist loksins KÍF at vinna settið 27-25.

KÍF var eisini á odda 14-11 í triðja setti, men níggju stig á rað til Drátt gjørdust dýr fyri KÍF, sum tó kom væl afturíaftur og minkaði um munin til 23-24, áðrenn Dráttur endiliga vann settið við triðja settbóltinum.

Í fjórða setti gjørdi Dráttur skjótt av og legði seg á odda 9-1, áðrenn settið varð vunnið 25-19.

Les eisini...  Innflutningurin vaksin við 2,6 milliardum

Bólkur 1:
Mjølnir – SÍ 1-3 (25-17, 26-28, 18-25, 19-25)

Hóast bæði liðini longu høvdu vunnið seg í hálvfinalurnar, hevði úrslitið av dystinum alstóran týdning, tí taparin møtir Drátti í hálvfinaluni, og so er møguleikin at koma í sjálva finaluna tað minni.

Fyrsta sett vann heimaliðið lættliga eftir frálíka byrjan, har støðan gjørdist 5-0 og 8-2, áðrenn settið var vunnið 25-17. Mjølnir kom eisini í góða støðu í øðrum setti og fór framum 18-14, eftir annars at hava verið aftanfyri alt settið, onkuntíð við fimm stigum. Men so kom stígur í aftur, og SÍ javnaði til 19-19. Eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda. Mjølnir fekk settbólt við støðuna 24-23, men gjørdi sær ikki dælt av honum. Ístaðin vann SÍ settið 28-26 við sínum triðja settbólti.

Triðja sett var javnt til 16-16, tá ið SÍ dró frá við fimm stigum á rað og vann settið 25-18.

Eisini fjórða settið var javnt langar løtur, og tá ið SÍ hevði hug at draga frá, svaraði Mjølnir aftur og minkaði um munin frá 14-20 til 18-20. SÍ menti seg tó aftur og vann 25-19.

Bólkur 2:
Fleyr B – Ternan 3-0 (25-17, 25-18, 25-13)

Hóast Ternan spælir í bestu deildini, var tað B-liðið hjá Fleyr, sum vann dystin so ruddiliga.

Hesi úrslitini geva hesar hálvfinalur, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 10. februar:

Dráttur – Mjølnir
SÍ – Fleyr

Steypafinalan verður 24. februar í høllini á Hálsi í Havn.