Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fríði vann bronsu

Fríði Magnusson Carlsson megnaði at vinna bronsumerk á Reykjavik International Games

Tveir føroyskir judoleikarar og ein dómari hava umboða Føroyar í ársins útgávu av RIG – Reykjavik International Games.

Føroyar hava luttikið hvørt ár síðani 2013 í hesi kapping.

Í ár vóru tað Kjartan Gray og Fríði Magnusson Carlsson, ið luttóku í kappingini, og Jóan Petur Petersen var ein av dómarunum til kappingina.

Allir tríggir kláraðu seg sera væl, og fingu rós fyri síni avrik.

Besta úrslitið fekk Fríði Magnusson Carlsson, sum megnaði at vinna bronsumerki. Fríði var í seminfialuni móti Magni Lauritsen úr Danmark. Har var Fríði so óheppin at fáa knæið á dananum í andlitið, soleiðis at hann beyt seg sjálvan í vørrina, sum bløddi illa, eins og hann fekk ein stoyt í kjálkan, sum eisini gav nógva pínu. Men eftir viðgerð helt hann fram í dystinum, men gjørdist eitt sindur ov varin, fyri ikki at fáa størri skaða, so hann tapti hendan dystin. Tað er ikki ósannlíkt, at um hann ikki fekk hendan skaðan, so kundi hann vunnið á dananum, sum seinni vann gull í kappingini.

Men Fríði fekk ein møgulleika afturat móti bretanum Bobby King í kappingini um bronsuna. Eisini í hesum dystinum mátti Fríði fáa viðgerð, tí sárið í vørrini fór at bløða aftur, men hann kom afturíaftur. Eftir vanligu tíðina upp á fýra minuttir stóð á jøvnum, og farið var út í sokallað ”goldin score”, har gingu fimm og ein hálvur minuttur til tað eydnaðist Fríða at kasta bretan, og harvið hevði Fríði vunnið bronsuna.

Eitt gott úrslit fyri Føroyar.

Kelda: Judosamband Føroya