Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Snarhús afturkallað úr skiftirættinum

Talan er um eina misskiljing

Fyrr í dag kom fram, at Sp/F Snarhús skuldi í skiftirættin, men hetta er ein misskiljing.

Skráseting Føroya skrivar, at felagið varð av misgávum sent í skiftirættin í dag, men er í dag, 29. januar 2024, afturkallað úr skiftirættinum.

Skiftirætturin upplýsti annars fyri Kringvarpinum fyrr í dag, at leiðslan í byggifyritøkuni Snarhús hevur kastað frá sær, og at felagið er sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku, men sum nú er afturkallað.

Kringvarpið veit at siga, at roknskapurin fyri í fjør ikki er almennur enn, men í 2022 hevði smápartafelagið Snarhús, sum er skrásett í Saltangará, eitt undirskot upp á 3,3 milliónir krónur.

Tá segði grannskoðarafelagið Januar, at felagið hevði eina ivasama framtíð.

– Vit hava ikki móttikið nøktandi skjalprógv, sum kann ásanna, at felagið fær útvegað sær neyðugu fíggingina, Tí er tað okkara áskoðan, at nýggj fígging ikki er sannlík, upplýsti grannskoðarafelagið Januar fyri Kringvarpinum, sum hevur grannskoðað roknskapin hjá Snarhúsi fyri 2022.