Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

12 smærri vindskaðar fráboðaðir

Politiið hevur fingið 12 fráboðanir um smærri vindskaðar seinasta døgnið

Tað hevur verið nakað av vindi seinasta døgnið, men tað ringasta verður, sambært Veðurstovuni, um middagsleitið í dag.

Tó so, so hevur Føroya Politi fingið 12 fráboðanir um smærri vindskaðar seinasta døgnið, sum hava verið kring landið.

Í gjár klokkan klokkan 13.45 kom ein fráboðan, at vindskeiðir vóru við at ríva seg leysar í Leirvík, men har kom hjálp á staðið og neglt var fyri.

Annars hevur tað verið leyst tilfar og ymiskt annað, sum løgreglan hevur fingið fráboðan um. Í Havn sleit ein bátur í bátahylinum, men hann bleiv bundin aftur, ein viðfestisvognur var farin á rull, men ikki nakað álvarsamt.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at yvirorðnað hevur tað verið friðarligt, men sum skilst, so kemur meira vindur um middagsleitið og nakrar tímar fram.

Veðurstovan sigur, at tað er stormur upp í hvassan storm av útsynningi, 21 til 28 m/s, við strangum hvirlum. Samdrigið og samregn.

Út á fyrrapartin gongur hann upp í vestan, í støðum beint upp um vestan og veksur upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, í støðum upp í ódn, meira enn 33 m/s, við strangari hvirlum.

Seinnapartin minkar hann spakuliga niður í skrið ella stormur vestan, 18 til 23 m/s.

Seint seinnapartin minkar vindurin niður í strúkur í vindi ella skrið vestan, 13 til 18 m/s, í støðum upp í 23 m/s, og so minkar vindurin aftur so við og við.