Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bussleiðirnar gevast at koyra

Bussleiðin byrjar at koyra aftur seinnapartin

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at allar leiðirnar hjá Bussleiðini gevast at koyra í dag klokkan 10.30.

Um veðrið loyvir tí, so byrjar koyringin aftur klokkan áleið 15.

Strandferðslan boðaði longu í gjár frá, at Bygdaleiðir ikki koyrir í dag.

Ongin sigling verður fyrrapartin á leið 7, Suðuroyarleiðini. Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at nærri kunning viðvíkjani siglingini á leið 7 fyri mikudag 31. januar verður kunngjørd eftir middag.

Aðrar leiðir, sum eitt nú 56, 58, 61 og 90, hava avlýst fyribils fyri veður.

Nærri kunning um Bygdaleiðir og skipini hjá Strandferðsluni kann lesast her.