Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hevur tú rætt til fráveru við løn í illveðri?

Meginreglan hjá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum er, at starvsfólk hevur rætt til goldna fráveru, tá almenna ferðasambandið er slitið orsakað av illveðrinum

Hvørjar reglur eru galdandi, tá veðrið er so mikið ringt, at ein ikki hættir sær at fara frá húsum og til arbeiðis?

Meginreglan hjá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum er, at starvsfólk hevur rætt til goldna fráveru, tá almenna ferðasambandið er slitið orsakað av illveðrinum.

Tó so, er at minnast til, at um starvsfólk er møtt til arbeiðis, og veðrið gerst so mikið ringt, at vandi er fyri, at ikki er farandi til arbeiðis dagin eftir orsakað av illveðrinum, og starvsfólkið, hóast hetta, fer heim kvøldið fyri, so hevur starvsfólkið ikki rætt til goldna fráveru dagin eftir, um starvsfólki ikki møtir til arbeiðis orsakað av illveðrinum.

Hetta er galdandi fyri tey, ið starvast á landsins stovnum. Tað merkir, at reglurnar eru ikki galdandi fyri tey, sum starvast í kommunum og almennu partafeløgum. Um hesi ikki hava aðrar vegleiðingar ella reglur, ið fevna um fráverudagar orsakað av illveðri, so er útgangsstøðið, um at starvsfólk ikki hava rætt til goldna fráveru orsakað av illveðri, galdandi.

Limahandbókin hjá Starvsfelagnum hevur meira kunning undir partinum “Veðurforfall”, ið kann lesast her: https://www.starvsfelag.fo/limahan…/i-starvi/vedurforfall/