Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Serliga ringt í Suðuroynni

Hava tørv á fólki at hjálpa til

Nú gongur hann upp í vestan, í støðum beint upp um vestan og veksur upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, í støðum upp í ódn, meira enn 33 m/s, við harðari hvirlum.

Vakthavandi hjá Føroya Politi sigur í viðmerking við Kringvarpið, at í løtuni er tað serliga ringt veður í Hvalba og á Tvøroyri, umframt eisini í Vági.

Nógvar fráboðanir eru koma, og Bjargingarfeløgini í oynni hava úr at gera í løtuni.

Somikið nógv, at tørvur er á fólki at hjálpa til. Sløkkiliðið í norðaru helvt í Suðuroynni kemur við hesari áheitan:

– Øll sløkkiliðsfólkini eru úti í løtuni, men tørvur er á fleiri fólkum til at hjálpa. Um til ber, møtið so sum skjótast á Brandstøðini í Ørðavíkslíð, sigur átaksleiðarin, Annfinn Leo.

(Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Tvøroyrar kommunu á 611085 ella á 214614 )

Tað er sera nógvur vindur er í løtuni, og í hvirlunum er omanfyri 50 m/s á vindmátaranum hjá Veðurstovu Føroya.

Dagføring frá sløkkiliðnum í norðaru helvt í Suðuroynni:

– Sløkkilið takkar hjartaliga fyri skjótu og góðu uppmøtingina, nú heitt varð á fólk um at hjálpa til. Beinanvegin vóru 15-20 fólk klár at hjálpa og tørvur er nú ikki á fleiri hjálpandi hondum – enn einaferð, hjartaliga takk fyri hjálpina.

Tvøroyrar kommuna takkar eisini fyri at uppslagið beinanvegin varð deilt av nærum 200 fólkum.

– Tílíkt ger tað skjótt at fáa boðskapin út, skrivar Tvøroyrar kommuna.

(Dagført kl 12:21)