Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Karl Martin verður eisini við í 90´ini umaftur

Við sangum sum "Breaking My Heart" og "Alla Nátt", fer Karl Martin Samuelsen at gera sítt íkast til, at tiltakið 90´ini umaftur verður eitt gott kvøld

Vit hava ikki bara fólk frá útlondunum við! Nei, vit hava eisini ein frá Klaksvík við, og tað er eingin minni enn Karl Martin Samuelsen frá bólkinum Hjarnar, ið kemur at endurminna okkum á fantastisku tíðina í 90’unum.

Karl Martin er bæði tónleikari, sangari og tónasmiðjur, og hann hevur skrivað sangir, ið koma at halda okkum dansandi alla náttina, m.a “Breaking My Heart” og “Alla Nátt”.

Høllin á Hálsi verður 9. mars karmur um risa tiltakið 90ini umaftur 9. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90-unum til.

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum, Siri frá Ipkiss, Edmund Jacobsen frá Chase og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkað til tiltakið.

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90-unum vera við til kvøldið.

Tryggja tær atgongumerki á ebillett.fo. til ársins kvøld í Høllini Á Hálsi 9.mars.