Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Terji Rasmussen við til 90´ini umaftur

"Eg spyrji meg sjálvan. Hvar gongur mín leið?" Leiðin gongur til 90´ini umaftur, har Terji Rasmussen fer at syngja sangir, ið vóru at hoyra í 90-unum

Terji Rasmussen úr Moirae
Tú! … ja tú, vilt tú vera mín í kvøld. Hasin fer at runga í Høllini Á Hálsi 9. mars og vit klára næstan ikki at bíða. Terji Rasmussen var forsangari í rokkbólkinum Moirae, sum vann fyrstu Prix-Føroyar kappingina í 1995. Vit flýggja til tónleikin, tá vit fara aftur í 90’ini bæði við mótanum frá tá, tónleikinum frá tá og vinunum frá tá, ja, øllum sum hoyrir 90unum til.

Tað verður Høllin á Hálsi, ið verður karmur um tiltakið “90´ini umaftur” tann 9.mars.

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum, Siri frá Ipkiss, Edmund Jacobsen frá Chase, Karl Martin frá Hjarnar og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkað til tiltakið.

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90-unum vera við til kvøldið.

Tiltakið er klokkan 21:00-03:45 og alt kvøldið er fult av góðum tónleiki.

Atgongumerki eru til sølu á www.ebillett.fo. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.

90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus.