Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi ávirkaður av rúsevni

Men tað var ikki tað einasta, ið var galið hjá hesum bilførara

Ringa veðrið fór avstað við øllum yvirskriftunum í gjár, og tað merktu tey eisini hjá Føroya Politi, ið høvdu úr at gera við at svara telefonum nakrar tímar í gjár.

– Tey flestu uppkallini vóru millum klokkan hálvgum átta til klokkan hálvgum eitt í gjár, tá ið so tað ringasta veðrið hæsaði av, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Fyriuttan ringa veðrið, so er ikki nógv at skriva heim um í løgreglufrágreiðingini hjá Føroya Politi fyri seinasta døgnið – tó so, so var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevni.

Hetta var í Klaksvík.

Men tað vísti seg eisini, at viðkomandi bilførari heldur ikki hevði koyrikort at koyra bil, so tað verður viðkomandi eisini skuldsettur fyri.