Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Morgunferðslan órógvað av næmingum á Glasi

Árligi skulkingdagurin er í dag, og tað hava bilførarar merkt í morgun

Árligi skulkingardagurin hjá næmingunum á Glasi er í dag, og tað merktu bilførarar, ið koyrdu á Marknagilsvegnum í morgun.

Nógvir bilførarar ringdu til løgregluna at kæra sína neyð, men boðini vóru frá løgregluni, at fólk máttu geva sær tol í morgun og heldur koyra onkran annan veg, nú næmingar fóru út á millum annað Marknagilsvegin at steðga ferðsluni.

Løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um nakran skaða, og tað gekk heldur ikki long tíð, so gleið ferðslan aftur sum vanligt.