Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

MRCC: Tveir mans saknaðir

Leiting eftir tveimum saknaðum monnum umborð á Kambi er nú sett í verk

– Leiting eftir teimum saknaðum monnum verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum.

Tað skrivar MRCC í tíðindaskrivi.

Tað var um 7-tíðina í morgun, at Kambur sendi út neyðarkall, tí skipið hevði fingið ein sjógv og legði seg á síðuna.

MRCC sigur, at skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið har Kambur var staddur. MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vóru send til Brimil og tyrluna og onnur skip í økinum. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

Tyrlan hjá Atlantsflog kom á staðið og fekk flutt 13 av teimum 16 monnunum, sum eru við Kambi, av skipinum, og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús.

Síðan fór tyrlan so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður afturat bleiv tikin av og fluttur til lands.

Men tveir mans eru saknaðir, og nú er leiting sett í verk eftir teimum, sigur MRCC í tíðindaskrivi.