Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool Føroyar sendingin: So tapti Liverpool

Eitt skuffandi 3-1 tap fyri Arsenal ger, at kappingin um PL meistaraheitið nú er víðopin

Eitt skuffandi 3-1 tap ímóti Arsenal ger at kappingin um PL meistaraheitið er víðopin, í einum dysti har allir teir hollendsku spælararnir hjá Liverpool skuffaðu. Man City vunnu sín dyst 3-1 og eru sambært veddingarfyritøkum favorittar at vinna meistaraheitið.

Liverpool plagar tó at trívast væl sum underdogs, og liðið er framvegis nummar eitt. Nú verður hugt fram ímóti einum dysti ímóti Burnley leygardagin, sum skal vinnast.

Vit fara eisini at tosa um dystin, sum var fyrr í vikuni ímóti Chelsea, har tað var ein ungur norðuríri á høgrabakkinum, sum gjørdist dagsins leikari.

Gestir í dag eru Jóhan Carl Dam og Dávid Isfeld.

Lurtið við á FM1 klokkan 16 í dag.