Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogfar kemur úr Íslandi at hjálpa til við leitingini

Nú leita eisini fleiri útlendsk skip eftir teimum báðum saknaðu sjómonnunum, ið vóru við Kambi

(Dagført klokkan 16:47)

Talan er um eitt flogfar hjá bretska Royal Air Force, ið stóð í Keflavík í Íslandi, ið er komið at hjálpa til við leitingini.

Um 13-tíðina skuldi eitt Challanger-flogfar hjá donsku verjuni koma til Føroya og hjálpa til við leitingini eftir teimum báðum sjómonnunum, ið eru saknaðir, eftir at Kambur í morgun fekk ein sjógv og seinni sakk, men flogfarið fór ongantíð avstað úr Danmark, tí tað fekk tekniskar trupulleikar.

Í hesum sambandi heitti MRCC á íslendskar myndugleikar, um eitt SAR-flogfar kundi koma hendanvegin at hjálpa til við leitingini, og nú er eitt íslendskt flogfar frá íslendsku sjóverjuni, Landhelgisgæsla Íslands, á veg til Føroya at leita, og tað verður á leiðini, har leitað verður, um 16-tíðina.

Tað sigur Edvard Bjarnason, deildarstjóri í MRCC, við Kringvarpið.

Umframt, at flogfar kemur úr Íslandi, so eru nú eisini fleiri útlendsk skip komin á leiðina at hjálpa til við leitingini. Frammanundan leita Brimil, Sandshavið, Breiðanes og Hamranes á leiðini, umframt bjargingartyrlan hjá Atlantsflog.

Veðrið er batnað á leiðini, men enn er stór alda.