Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maria Skaalum Petersen heldur professarafyrilestur

Fríggjadagin 16. februar klokkan 15 heldur Maria Skaalum Petersen almennan professarafyrilestur í Kongshøll í Havn

1. septembur 2023 varð Maria Skaalum Petersen, granskari og leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, tilnevnd adjungeraður professari í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu-og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Sum siður er, heldur hon í tí sambandi almennan professarafyrilestur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn, fríggjadagin 16. februar klokkan 15.

Fyrilesturin hevur heitið Epidemiologisk gransking við vídd – úrslit frá egnari gransking.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og eftir fyrilesturin bjóðar Setrið ábit.