Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyaprent stuðlar Flogbóltssambandi Føroya

Føroyaprent og Flogbóltssamband Føroya hava í dag undirskriva eina avtalu, har Føroyaprent gerst ein av høvuðsstuðlunum hjá FBF

Føroyaprent hevur í nógv ár verið ein av stóru veitarunum av skelting til tiltøkini hjá FBF og við hesi avtaluni verður Føroyaprent hartil ein av høvuðsstuðlunum hjá Flogbóltssamand Føroya.

– Luttøkan í stóru CEV kappingunum setur stór formkrøv til skelting og líknandi, og tí hevur tað, umframt tann fíggjarliga partin, stóran týdning at fáa Føroyaprent við umborð, sigur Peter Holm, formaður í Flogbóltssamband Føroya.

– Á Føroyaprent fegnast vit um, at vit, við hesari stuðulsavtaluni, nú fáa eitt tættari samstarv millum okkum og flogbóltin, sigur Sissal H. Hestoy, søluleiðari á Føroyaprent.

Víðari sigur søluleiðarin, at:

– Ítrótturin hevur nógv at siga fyri okkum, og tí gleðast vit um, at vit kunnu hava ein leiklut í menningini av flogbóltinum, og at skelting okkara verður at síggja í ítróttahallum kring landið.