Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey flogfør komin at leita

Hava funnið vraklutir av Kambi, men ikki meira enn tað

Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu monnunum í økinum, har Kambur sakk.

MRCC sigur, at fleiri skip eru komin afturat at leita. Nevnast kann íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne, russiski Lazurny, umframt tey føroysku skipini, ið hava leitað í allan dag.

Tað er Brimil, ið samskipar leitingina á staðnum.

Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi, men ikki meira enn tað.

MRCC sigur, at eitt bretskt P-8 flogfar frá bretska Royal Air Force er komið upp í leitingina, og eisini danska Challenger-flogfarið er komið, har tað var á leiðini umleið klokkan 17:45. Danska flogfarið kann vera á staðnum í tríggjar tímar, men enn er óvist hvussu leingi Royal Air Force-flogfarið kann leita.

Vindurin er minkaður nógv, men tað er framvegis tung alda.

– Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber, sigur deildarstjórin í MRCC, Edvard Bjarnason.