Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leita verður aftur í dag

Tyrlan og flogfar hjá donsku verjuni fara at leita aftur í dag. Brimil hevur leitað í alla nátt og heldur eisini fram í dag

– Brimil hevur leitað í alla nátt, og leitingin við flogfari og tyrlu verður tikin uppaftur í dag, sigur Hilmar Johannesen, vaktleiðari hjá MRCC, við Kringvarpið í morgun.

Vaktleiðarin sigur, at fiskiskipini, bæði tey føroysku og tey útlendsku, leitaðu til klokkan 22 í gjárkvøldið, umframt SAR-flogfarið hjá donsku verjuni og bretska flogfarið frá Royal Air Force, tá tey vórðu leysgivin, meðan Brimil hevur leitað í alla nátt.

Fyriuttan nakar vraklutir frá Kambi og ein bjargingarring, so hevur leitingin enn ikki givið úrslit.

16 mans vóru við línuskipinum Kambi, sum fekk ein sjógv gjáramorgunin. Skipið legði seg á liðina og byrjaði at søkka. 14 mans vórðu bjargaðir til lands við bjargingartyrluni, men tveir mans eru enn saknaðir av hendingini.