Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndin í Hávi hevur skipað seg

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali

Týsdagin 6. februar hevði kurvabóltsfelagið Hávur ársaðalfund í KÍ-høllini.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Ragnar Jacobsen stillaði ikki upp aftur.

Anna Berg og Ingibjørg Matras eru afturvaldar. Kasper Andersson er nývaldur.

Rainer Latupeirissa og Julia Louisdóttir Joensen eru vald sum tiltakslimir.

Á nevndarfundinum aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Kristian Bjartalíð, formaður
Anna Berg, næstforkvinna
Ingibjørg Matras, skrivari
Johannes Klakk, kassameistari
Kasper Andersson, nevndarlimur
Rainer Latupeirissa, tiltakslimur
Julia Louisdóttir Joensen, tiltakslimur