Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Søkjast kann um upptøku í norðuratlantiska flokkinum innan 1. mars

Norðuratlantiski studentaflokkurin er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving

Í norðuratlantiska studentaflokkinum ganga næmingar úr teimum fýra londunum í sama flokki í trý ár. Flokkurin hevur sín egna náttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum biotøkni, arktiskari tøkni, støddfrøði og alisfrøði.

Norðuratlantiski studentaflokkurin byrjar 1. árið á Gribskov Gymnasium, 2. árið er á Miðnámi á Kambsdali og á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík, meðan 3. árið er í Sisimiut. Sum næmingur í norðuratlantiska studentaflokkinum gongur tú í flokki saman við næmingum úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Danmark tey trý árini, tú ert studentaskúlanæmingur. Tit verða ein savnaður flokkur, sum ferðast og gongur í skúla saman í teimum norðuratlantisku londunum.

Við at velja norðuratlantiska studentaflokkin fært eina almenna studentaútbúgving, har profillærugreinarnar eru biotøkni A, arktisk tøkni C, støddfrøði A og alisfrøði B. Harumframt hevur tú hesar lærugreinir: Almenn málfatan, náttúruvísindalig innleiðsla, danskt A, søga A, enskt B, ítróttur C, samfelagsfrøði C, fornaldarfrøði C, religión C, miðlakunnleiki C og mentan C.

Allir næmingar hava danskt A og undirvísingin er á donskum. Føroysku, íslendsku og grønlendsku næmingarnir hava móðurmálsfrálæru í ávikavist føroyskum A, íslendskum A og grønlendskum A. Donsku næmingarnir skulu velja millum franskt B, týskt B og grønlendskt A.

Hevur tú hug at søkja um upptøku í norðuratlantiska flokkinum, skal tú innan 1. mars senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk og kambsdalur@kambsdalur.fo.

Góð ráð til grundgivna umsókn:

• Umsóknin skal skrivast á donskum.

• Tú kanst skriva um tínar persónligu og fakligu eginleikar.

• Greið frá hví tú velur at søkja inn á norðuratlantiska studentaflokkin, og hvat tú hugsar at brúka útbúgvingina til.

• Longdin á umsóknin skal verða uml. 1-2 síður á 2.400 tekin íroknað millumrúm.

Les eisini...  El-skáp futtaði av á Kambsdali tá føstulávintsbollar vórðu bakaðir

• Gott at fáa ein annan at lesa umsóknina ígjøgnum áðrenn hon verður send avstað.

Nærri kunning um Norðuratlantiska studentaflokkin á www.nordatlantisk.dk.

Vil tú vita meira ella hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Miðnám á Kambsdali við at ringja 610800 ella senda t-post á kambsdalur@kambsdalur.fo.