Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rektari: Verkfallið kann fara at ávirka próvtøkutíðina

– Koma vit hartil, at verkfallið verður drúgt, so raðfesta vit próvtøkur framum ársroyndirnar, sigur Christian Joensen, rektari á miðnám á Kambsdali

Fyri fyrstu ferð í umleið 20 ár er verkfall lýst at vera, har fýra arbeiðarafeløg eru farin í verkfall, og tað kann fara at ávirka próvtøkurnar á miðnámi.

– Verkfallið ávirkar ikki vanligu skúlagongdina, sum endar fríggjadagin. Men koma vit hartil, at verkfallið verður drúgt, so raðfesta vit munnligu próvtøkurnar framum ársroyndirnar vegna manglandi reingerð, sigur Christian Joensen, rektari á miðnám á Kambsdali.

Rektarin greiðir frá, at kantinan ikki er opin, umframt at tað ikki verður gjørt reint í skúlanum nú, tí vaskiarbeiðið verður rakt av verkfallinum.

– Vanliga skúlagongdin verður fram til hósdagin, og so hava vit síðsta skúladag fríggjadagin, sum verður í høllini á Kambsdali, og har ger hallarvørðurin reint, so vit klára okkum til tá, sigur hann.

Tó hevur verkfallið við sær, at busssambandið er skert, so nakrir næmingar hava ikki møguleika at ferðast aftur og fram til skúlan sum vanligt.

– Um næmingarnir ikki finna aðrar loysnir, millum annað við samkoyring, so kann tað hava við sær, at nakrir næmingar ikki koma í skúla komandi dagarnar, sigur rektarin á miðnámi á Kambsdali.

Støðan minnir um 1999
Í mars og apríl í 1999 var eisini verkfall, og tað var tíðin áðrenn Norðoyatunnilin læt upp, og tá ferðaðust millum annað næmingar úr Klaksvík til Kambsdal um Leirvíksfjørð við smábátum, so teir næmingar, ið ikki funnu sær innivist í Eysturoynni ella á meginøkinum, máttu ferðast aftur og fram við smábátum, har prísurin lá umleið 100 krónur hvønn vegin, so tá skuldi ein skúlanæmingur, sum í mesta lagið tá fekk 2.200 krónur í studningi um mánaðin, av við 200 krónur um dagin til ferðing.