Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Freistin at søkja um stuðul til útoyggjamenning er 1. mars 2024

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum

Løgmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1.1 mió. kr.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðuni lmr@lmr.fo

Freistin at søkja um stuðul er 1. mars 2024

Umsóknir skulu sendast til:

Løgmálaráðið
Gongin 7
100 Tórshavn
ella til lmr@lmr.fo