Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lagaligari treytir hjá pensjónistum í sambandi við brennistuðul

Lógaruppskot er sent til hoyringar, sum hevur við sær, at pensjónistar í størri mun kunnu hava kapitalinntøkur, samstundis sum tey fáa brennistuðul

– Treytirnar um viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, skulu gerast lagaligari.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, sum hevur við sær, at pensjónistar í størri mun kunnu hava kapitalinntøkur, samstundis sum tey fáa brennistuðul.

– Prinsipielt haldi eg ikki tað kann vera rætt, at ein pensjónistur skal missa eina størri upphædd, enn tað, sum viðkomandi fær í t.d. vinningsbýti, og er hetta tí eisini høvuðsorsøkin til hetta lógaruppskotið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sambært lógini, sum í dag er galdandi, hevur ein pensjónistur ikki rætt til brennistuðul, um hann hevur kapitalinntøkur, sum eru hægri enn 2.000 kr. Hetta hevur havt við sær, at m.a. pensjónistar, sum fáa útgoldið eina minni upphædd í vinningsbýti, missa allan brennistuðulin, sum er 8.160 kr. skattafrítt um árið.

Sambært hesum uppskotinum kunnu pensjónistar hava kapitalinntøkur upp til 12.600 kr. um árið og samstundis hava rætt til brennistuðul.

Hoyringsfreistin í sambandi við uppskotið er tann 27. februar 2024.

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið