Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Danskur politikkari gevur bankunum av grovfílini

Pelle Dragsted úr Eindarlistanum heldur, at tað er “svínarí”, at donsku bankarnir hava forvunnið so nógvan pening við at hækka renturnar

– Hetta er nakað svínarí. Soleiðis haldi eg, at vitleysa rentuveitslan hjá bankunum kann lýsast.

Tað skrivar danski fólkatingspolitikkarin úr Eindarlistanum Pelle Dragsted á sínum Facebook-vanga, eftir at tað er komið fram, at Danske Bank hevur forvunnið 35 milliardir krónur upp á rentur í fjør.

– 35.000.000.000 krónur. Tað er meira enn tíggju milliardir meira í mun til árið fyri, skrivar hann.

Hetta heldur danski fólkatingslimurin er nakað svínarí, tí tað er pengar beint úr lummanum á fólki, og stavar ikki frá, at bankin er vorðin dugnaligari ella meira virkin, ella veitir eina betri tænastu til sínar kundar.

– Hetta snýr seg snøgt sagt bara um, at bankarnir hava givið sínum kundum minni í rentu, enn hvat bankin sjálvur fær, tá bankin setir pengarnar hjá sínum kundum inn í tjóðarbankan.

Hann heldur, at politikkararnir eiga at bera so í bandi, at hetta verður steðgað.

– Ráðharrin á økinum hevur fleiri ferðir tosað við stórum bókstavum, men har hendir einki. Men í síðsta enda er hetta ábyrgdin hjá okkum politikkarum. Um bankarnir ikki sjálvir finna útav tí, so mugu vit fara inn politiskt og steðga tílíkum, ið er farið fram, tí hetta er snøgt sagt ikki rímiligt, skrivar fólkatingslimurin, sum er fíggjar- og búskaparframsøgufólk fyri Eindarlistan.

Bank Nordik fær betri úrslit enn væntað
Eftir øllum at døma hevur 2023 hjá Bank Nordik hilnast væl betri enn væntað.

Í kunngerð til keypsskálan í januar upplýsti bankin, at væntaða avlopið fyri 2023 verður mett at liggja millum 295 og 310 mió. krónur. 

Tá bankin fyri einum ári síðan, tann 26. januar 2023, boðaði keypsskálanum frá væntaða úrslitinum fyri 2023, tá ljóðaði metingin at fara liggja millum 190 og 220 milliónir krónur – ella áleið 100 milliónir krónur minni, enn bankin væntar nú. 

Les eisini...  Átta dagar leikbann fyri rasistiska útsøgn

Bankin sigur, at broytta metingin stavar frá, at kjarnuvirksemið hevur staðið seg betri enn væntað, og at inflasjónsátøkini ikki hava rakt kundar so meint, sum frammanundan mett. 

Ársúrslitið hjá Bank Nordik verður kunngjørt 27. februar.