Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Søgulig próvhandan í Kongshøll

Á fyrsta sinni hevur Fróðskaparsetur Føroya útskrivað diplomprógv á bachelor- og masterstigi í Føroyskum sum øðrum máli

Eitt slag av nýggjari søgu varð í dag skrivað, tá 20 prógv vórðu handað í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum til fólk, sum hava lisið Føroyskt sum annaðmál á Føroyamálsdeildini.

Tilflytingin til Føroya er stór, og borgarar liva og búleikast her, sum upprunaliga koma úr yvir hundrað ymsum londum. Hetta setir stór og nýggj krøv til førleikarnar at læra børn, ung og vaksin føroyskt mál, og tí varð ein roynd gjørd í 2021 at taka upp ein flokk av lesandi í Føroyskum sum øðrum máli. Ein útbúgving og eitt fak, sum ongantíð áður hevur verið givin í Føroyum.

Tey 20, sum í dag hava fingið prógv, høvdu øll útbúgving frammanundan og arbeiði í skúlaverkinum í Føroyum. Nú hava tey so fingið nýggjar førleikar at læra børn, ung og vaksin, sum hava annað móðurmál enn føroyskt, føroyskt mál.

11 av teimum, sum í dag fingu prógv, arbeiða í fólkaskúlum, fimm á miðnámsskúlum, tvey á Námi og onnur tvey burturav sum kvøldskúlalærarar. Nøkur av teimum arbeiða tó bæði sum lærarar í fólkaskúla og sum kvøldskúlalærarar, har tey undirvísa vaksnum.

Førleikatørvurin í skúlaverkinum at undirvísa næmingar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, veksur – sum nevnt – nógv, og hesi, sum í dag hava lokið prógv, eru eitt ítøkiligt úrslit av royndunum at menna hesar førleikar, sum eru alneyðugir, tá talan er um integratión til gagns fyri nýggju borgararnar og samfelagið annars.

Undirvísingin hevur verið skipað sum parttíðarlestur, fyri tað mesta mánadagar og um vikuskiftini, so tey lesandi hava kunnað røkt størv síni eisini.

Teir skúlar og stovnar, sum nú kunnu fáa ágóðan av nýggju førleikunum, eru Miðnám á Kambsdali, Tekniski skúli í Klaksvík, Nám, Skúlin á Fløtum, Eysturskúlin, Sankta Frans Skúli, Hoyvíkar skúli, Tórshavnar kvøldskúli, Runavíkar skúli, Kvøldskúlin í Runavík, Skála skúli, Stranda skúli, Eiðis skúli, Tofta skúli,  Tofta kvøldskúli, Meginskúlin á Sandi (& kvøldskúlin), Vágs skúli og Tvøroyrar kvøldskúli.

Les eisini...  Brighton hevur tryggjað Europa League pláss

Nøkur av teimum lesandi, sum seinnapartin fingu prógv, fara at leggja fram á ráðstevnu, sum Setrið skipar fyri um føroyskt sum annaðmál.

Ráðstevnan verður 22. mars 2024, og hon verður almenn. 

Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, handaði prógvini í dag. Her er tað Elinborg Osvaldsdóttir, sum kann frøast um sítt avrik

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, helt røðu fyri teimum lesandi. – Takk fyri, at tit hava valt at virka fyri, at tey, sum koma til okkara oyggjar, fáa høvi til at heilsa upp á okkara tjóð og gerast partur av henni, segði hann m.a.

Í finasta skrúð bíða tey eftir at fáa prógvini. Tey hava, aftrat sínum dagliga arbeiði, lisið í hálvttriðja ár. Hvørt skeið er eftirmett sohvørt, og teirra afturmeldingar hava verið positivar, men ein kritikkur hevur verið, at arbeiðsbyrðan – lesturin og arbeiði tilsamans – hevur verið stór. Kanska ov stór onkuntíð

Durita Joenna Jacobsen, umboð fyri tey lesandi og nýggju FSA-lærararnar, helt røðu, sum allur flokkurin hevði givið íkast til. M.a. takkaði hon fyri, at tey hava fingið holla undirvísing frá lektarum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Námsvísindadeildini og frá útlendskum gestaundirvísarum frá hægri lærustovnum í Bretlandi, Íslandi og Danmark.

– Útbúgvingin er á høgum stigi, og útbúgvingarleiðarin, Elisabeth Holm, hevur framt eitt megnaravrik við at samanseta eina útbúgving, sum fevnir breiðari enn bara føroyskt mál. Útbúgvingin hevur givið okkum førleikan at skilja og fevna tilflytaran, virða vitan og tilfeingi teirra, vísa áhuga fyri mentan og móðurmáli teirra, umframt at birta teirra áhuga fyri okkara mentan og móðurmáli, segði Durita og endurgav síðani ein tilflytara, sum hon hevur tosað við:

– Ein tilflytari segði mær: “Eg havi við stórum áhuga lisið um Føroyar á enskum, meðan eg havi lært meg føroyskt. Soleiðis havi eg lært meg føroyskt mál og samstundis kunnað meg um føroysk viðurskifti”. Viðkomandi sipaði til ensku tíðindasíðuna hjá Kringvarpinum (sum nú er spard burtur, red.). Skal tilflytarin vilja læra seg føroyskt og kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, skulu hjartagóðar og fjálgar tænastur til, legði Durita aftrat.

– Ein ovurstórur tørvur er á tykkara førleikum, segði Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, m.a. í síni røðu. – Vit hava risastórar avbjóðingar, og vónin er, at myndugleikarnir gera íløgur í økið fyri at tryggja nýggjum borgarum rættindi og okkara egna móðurmáli tað sama

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, helt eisini røðu í Kongshøll í dag. Somuleiðis bar hon fram eina heilsan frá Helenu Dam á Neystabø, sum var burturstødd, og sum var við til at taka stig til hesa serligu diplomútbúgvingina í 2021

Kalpana Vijayavarathan, sum er lektari í enskum og undirvísing í enskum sum fremmandamáli á Setrinum, las tríggjar av sínum yrkingum. Tann seinasta endaði nakað soleiðis: – You call me an immigrant. I call me me

Maria Heradóttir bar fram takkarkvøðu til Elisabeth Holm, sum eisini fekk gávu frá teimum nýggju FSA-lærarunum:

Góða Elisabeth

Vit takka tær so hjartaliga

At leiða og lofta hevur alt at siga

At víðka og dýpa og eisini snara

Við hollari vitan til verka vit fara

Tú altíð nær, ongantíð fjar

Fyri hevur slóðað,

Elisabeth góða