Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nations League: Leggja fyri leygardagin 7. september

Dystaskráin fyri komandi UEFA Nations League hjá monnum er nú klár. Føroyar byrja á heimavølli leygardagin 7. september, tá norðurmakedónar vitja á Tórsvølli

Armenia, Norðurmakedónia og Lettland verða føroysku mótstøðulondini, tá UEFA Nations League kappingin hjá monnum verður á skránni í heyst.

Dystirnir verða spældir í september, oktober og november.

Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á heimavølli leygardagin 7. september ímóti Norðurmakedónia. Tríggjar dagar seinni spælir føroyska manslandsliðið á útivølli móti Lettlandi.

Dystaskráin 2024
Frí. 22. mars Føroyar Liktinstein (venjingard.)
Týs. 26. mars Danmark – Føroyar (venjingard.)

Ley. 8. juni Estland – Føroyar (Baltic Cup)
Týs. 11. juni Finalan / 3.-4. pláss (Baltic Cup)

Ley. 7. sept. Føroyar – Norðurmakedónia (Nations League)
Týs. 10. sept. Lettland – Føroyar (Nations League)

Hós. 10. okt. Føroyar – Armenia (Nations League)
Sun. 13. okt. Føroyar – Lettland (Nations League)

Hós. 14. nov. Armenia – Føroyar (Nations League)
Sun. 17. nov. Norðurmakedónia – Føroyar (Nations League)

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo