Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sambandsflokkurin best umtóktur

Sambandsflokkurin hevur fingið sera góð skotsmál í nýggjari veljarakanning. Teir standa til at fáa níggju tingsessir

Sambært kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, vísur ein klárur tendensur seg. Var løgtingsval hildið í dag, so hevði Sambandsflokkurin verið størstur.

Ein vøkstur á 6,3% frá seinasta løgtingsvali. Tað er tað sum kanningin vísur. At meir enn 25%, 26,3% fyri at vera heilt spesifikt, av fólkunum, ið svaraðu uppá kanningina, siga seg atkvøða fyri Sambandsflokkinum á næsta vali.

Fyri tey, ið liggja borgarliga fyri á politiska ásanum, ber kanningin brá av gleðiboðum. Sambandsflokkurin hevði, sambært kanningini, fingið níggju tingsessir og Fólkaflokkurin hevði fingið átta tingsessir.

Hevði hetta verið úrslitið, hevði Sambandsflokkurin fingið níggju tingsessir.  Hetta gevur 17 tingsessir í alt, og harvið kunnu teir báðir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, einsamallir skipa samgongu.

Her kann øll kanningin lesast.