Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Upptakt: hálvfinalur í flogbólti í dag

Tað er í dag, at hálvfinalurnar í flogbólti skulu leikast. Í kvøld vita vit tískil, hvør skal leika í finaluni

Í dag skulu liðini, ið skulu leika finaluna í steypakappingini í flogbólti, finnast í Klaksvík. Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan flogbólt.

Mjølnir vs Dráttur: fyrra hálvfinala hjá kvinnum – klokkan 13:00

Fyrsti dystur fer av bakkastokki klokkan 13:00. Her taka Mjølnir ímóti Drátti. Mjølnir er heimalið og er hetta avgjørt ein fyrimunur, tí í Klaksvík eru tey sera spent uppá flogbóltin. Dráttur liggur nummar eitt í landskappingini, har tær nýliga tapt sín fyrsta dyst og Mjølnir hevur vunnið fimm dystir á rað, men mangla ein lyklaleikara í Sirið Hanusardóttir Samson, ið breyt ein tá herfyri og tí er uttanfyri við skaða.

SÍ vs Fleyr: seinna hálvfinala hjá kvinnum – klokkan 17:00

Annar dysturin hjá kvinnum, er millum SÍ og Fleyr, ið vóru finaluliðini í fjør. Sambært upplýsingum frá FBF er her talan um eina tætta hálvfinalu, tí Fleyr er nevniliga liðið, ið er fyrsta liðið, ið megnaði at vinna á Drátti. Hyggja vit eftir leikaralistanum hjá Fleyr, so eru avgjørt leikarar ið hava fleiri dystir í beinunum. Tað verður væntað, at álopsspælið hjá Fleyr og verjuspælið hjá SÍ, verða mest umtóktu styrkirnar í dystinum.

SÍ vs ÍF: fyrra hálvfinala hjá monnum – klokkan 15:00

Millum SÍ og ÍF hevur leikgongdin nærum altíð, seinastu árini, verið sera spennandi. Dystirnir, ið liðini hava leikt móti hvørjum øðrum, eru báðir (sambært yvirlitinum hjá FBF) endaðir við einum fimmsettara, 3-2. Vit hava lisið um skaðar hjá ÍF og SÍ, men her lagt upp til eina sera spennandi hálvfinalu, har ein avgerandi faktorur eru teir royndu leikararnir. Stórspælandi serbin, Vukasin Nedeljkovic, hevur drigist við ein skaða og er tað tí óvist, um hann kemur við.

Les eisini...  Rúsdrekkastuldur: Sjey mánaða fongsulsrevsing

Mjølnir vs Fleyr: seinna hálvfinala hjá monnum – klokkan 19:00

Heimaliðið hjá monnum vann greipuna í fjør. Vinna teir í dag, so eru teir sættu ferð á rað í steypafinaluna. Mjølnir spældi í Belgia í heyst í fjør. Harumframt eru teir greitt oddalið í landskappingini, har fá lið tykjast at vísa teimum tenn. Sunnudagin fyri stuttari viku síðani, vunnu Mjølnir 3-0 á Fleyr á útivølli.
Vit hava tosað við stórspælandi unglingin hjá Mjølni, Ólavur Johannessen, um dystin í dag.

– Tað verður spennandi, tí ein kann altíð blíva tikin á bóli av Fleyr. Vit fara í dystin við størstu virðing fyri Fleyr, men vit ætla okkum altso at knúsa teir sundir. Teir eru góðir, men vit koma við okkara a-game í dag, sigur ein sera spentur Ólavur.