Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Usher skal framføra til ársins Super Bowl Halftime show

Fyri mong, ið ikki meta seg skilja reglurnar í amerikanskum fótbólti, er hálvleiksframførslan hæddarpunktið. Í ár er tað popp-sangarin Usher, ið skal framføra

Usher er heimsstjørna innan R&B tónleik, serliga við aðru útgávu síni í 1997, nevniliga útgávan ‘My Way’. Tað verður eitt brak av eini framførslu, fyri tey, ið dáma lívliga slagið av tónleiki.

Usher hevur 13 minuttir at framføra í. Tað er ikki so, at hann bara stendur við eina mikrofon og syngur. Tað er eitt veldiga stórt set-up, har dansur, fýrverk, ljós- og ljóðshow eisini er ein partur av skránni. Fyri tann, ið skal framføra, eru hesir 13 minuttirnir teirra møguleiki at vísa bestu síðurnar av sínum útgávum. Tað er va

Tað er nokkso vanligt, at høvuðsnavnið til hálvleiksframførsluna, ikki er einsamallur í framførsluni. Amerikanski slatursmiðilin TMZ, sigur seg vita frá góðum keldum, at tey hava sæð Alicia Keys gjørt ljóðroynd á Allegiant Stadium hósdagin í vikuni.

Hyggja vit eftir, hvørjir tónleikarar eru Usher líkir, so er ikki heilt óhugsandi, at onkur sangari, ið flestøll kenna, verður við Usher í hálvleiksframførsluni. Tað kundi verið nøvn sum Lil John, Beyoncé, Justin Bieber ella Ludacris.

– Tað vildi verið tápuligt, um eg ikki spældi 2004-hittið Yeah!, saman við teimum, ið gjørdu væleydnaða sangin møguligan, sigur Usher við Entertainment Tonight. Hesir, ið vóru við á 2004-hittinum, vóru Lil John og Ludacris.

Seinastu fimm árini hava hesi verið høvuðsnavnið til hálvleiksframførsluna í Super Bowl:

2023: Rihanna
2022: Dr. Dre, Snoop Dogg, Eminem, Mary J. Blige og Kendrick Lamar (50 Cent var gestur)
2021: The Weeknd
2020: Shakira og Jennifer Lopez
2019: Maroon 5