Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

‘Fun facts’ um Super Bowl LVIII

Ofta verður tikið til, at í USA skal alt bara vera stórbært og ógvusligt. Tað er kanska nakað um tað, eisini tá tað viðvíkur Super Bowl. Vit hyggja uppá nøkur 'fun facts' um Super Bowl LVIII, ið fer av bakkastokki klokkan 23:25 føroyska tíð í kvøld

Hetta er fyrstuferð, at Super Bowl verður hildin í Allegiant Stadium í Las Vegas. Miðilin Forbes skrivar, at tað er ikki heilt uttan týdning. Tað verður av Forbes væntað, at fyri býin Las Vegas, væntast kommunukassin at fáa minst 1.1 milliard dollarir í inntøku, fyri at vera vertur til ársins Super Bowl. Tað svarar til umleið góðar 7.6 milliardir danskar krónur. Tað er meir enn helvtin av tí tað kostaði, tá Allegiant Stadium stóð liðugt bygt í 2020.

Tað er nú ikki heilt bíligt, at sleppa inn til Super Bowl í ár. Sambært keldum hjá CBS innan fíggjarheimin, er miðalkostnaðurin 8.600 dollarar – tað er umleið 60.000 danskar krónur. Sambært sama miðili, CBS, kosta 30 sekund av sjónvarpslýsingum, í samband við Super Bowl, í miðal sjey milliónir dollarir – tað er góðar 48 milliónir danskar krónur.

Hvussu nógv fólk eru tað so, sum hyggja eftir Super Bowl, tá tað nú eru so nógvir pengar í tiltakinum? Jú, á FOX hugdu umleið 115 milliónir fólk eftir dystinum. Umleið 25 milliónir fólk hyggja eftir dystinum í samband við okkurt tiltak í teirra nærumhvørvi. Um allan heimin er tað meir enn 200 milliónir fólk, sum sita klistrað til sjónvarpið og hyggja eftir Super Bowl.

Tað er alment kent, at til Super Bowl, er ovurnýtsla av feitum mati, at undirdríva tað. Forbes skrivar, at tað verður brúktar umleið 17.3 milliardir dollarir (umleið 120 milliardir danskar krónur) uppá mat, fjepparalutir o.tl. Umleið 80% av hesum 120 milliardunum, verður brúkt uppá mat. Hetta er tað, sum tey umleið 200 milliónir fólkini, ið hvørt ár seta seg at hyggja eftir Super Bowl, brúka til samans.

Les eisini...  ÁRLIGI JÓLAMARKNAÐURIN  Á SEGLLOFTINUM Í MORGIN!

Sami omanfyrinevndi miðil skrivar eisini, at tað er einans á Thanksgiving Day, at meir matur verður inntikin av amerikanska fólkinum. Tað verður mett, at umleið etið verður 1.45 milliard av høsnarungaveingjum, 5.2 tons av kipsi og 4.5 tons av rivjasteik. Tað er eisini vanligt, at sølan av pitsa økist 35% á Super Bowl Sunday, samanborið við aðrar sunnudagar í árinum.