Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hótti við knívi í Klaksvík

Maðurin varð handtikin, avhoyrdur og er latin leysur aftur

Klokkan hálvgum fimm sunnumorgunin fekk Løgreglan fráboðan um, at ein maður í Klaksvík var hóttur við knívi av einum øðrum manni. 

Seinni um dagin varð maðurin, ið hótti, handtikin og avhoyrdur av løgregluni, og er nú leyslatin aftur.

Sambært Norðlýsinum var maðurin, sum hótti við knívinum, ein útlendingur.

Løgreglan vil ikki siga stórvegis um málið í gjár, fyriuttan tað, at maðurin hevur játtað seg sekan í øllum ákærunum, ið ljóða upp á hóttanir, herverk og fyri húsaófrið.

Hóast tað ljóðar ógvisligt, at knívur var á lofti, so sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í morgun, at tá løgreglan kom á staðið sunnumorgunin, var friður.

– Málið er kanska ikki so ógvisligt, sum tað kundi ljóðað, heldur vaktleiðarin.