Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

El-skáp futtaði av á Kambsdali tá føstulávintsbollar vórðu bakaðir

Tvey fólk blivu flutt á Landssjúkrahúsið

Klokkan 23:21 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan av Kambsdali, at nógvur roykur kom úr kjallaranum í Miðnám á Kambsdali.

Fuglafjarðar sløkkilið varð boðsent at fara á staðið, og kundi skjótt staðfesta, at eldur hevði verið í einum el-skápið í skúlanum.

Tvey fólk vóru farin til skúlan í gjárkvøldið at baka føstulávintbollar til í dag, tá tey løgdu til merkis allan roykin, ið kom úr kjallaranum, og tað var el-skápið, sum eldur var komin í. Eldurin bleiv sløktur, men nógvur roykur stóðst av hesum, og tí vórðu hesi bæði fólkini flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar fyri roykeitran.

Søgan sigur einki um, hvørja lagnu føstulávintsbollarnir fingu av øllum roykinum.