Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Umleið 54.550 fólk búðu í Føroyum 1. januar

Fólkatalið vaks við 450 persónum seinasta árið, og 1. januar búðu 54.545 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði

Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar. Árliga broytingin fyri 2023 var 0,8%, og tað er annar mánaðurin á rað, at árliga broytingin hevur verið undir einum prosenti. Seinast, árliga broytingin var niðri á einum prosenti í longri tíð, var fyri tíggju árum síðan.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 og eini nettoflyting á 288 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

2024m01

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa minking í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og er nú á sama stigi sum í 2020. Samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Í 2023 var hon 288 fólk. 

Færri verða fødd og færri doyggja

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa minkingar í bæði føðitalinum og deyðatalinum seinastu tvey árini. Deyðatalið er minkað meir enn føðitalið, og samanlagt økir tað um burðaravlopið. Áðrenn stóru minkingina í burðaravlopinum, sum byrjaði fyri tveimum árinum síðani, lá burðaravlopið millum 200 og 300 børn. Í undanfarna tíðarskeiði var tað niðri á 146 børnum, og seinasta árið vaks tað upp á 162 børn. 

Lítil og ongin fólkavøkstur millum danskar ríkisborgarar

Tað eru fyrst og fremst aðrir enn danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum í 2023 og 2022. Myndin niðanfyri vísir, at lítil og ongin fólkavøkstur hevur verið millum danskar ríkisborgarar í Føroyum seinastu tvey árini. Tað er ein stór broyting samanborið við árini frammanundan. 

Flestu kommunurnar vaksa

Hóast minkandi fólkavøkstur í landinum sum heild, so høvdu 18 av teimum 29 kommununum fólkavøkstur í 2023. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Argjum og í Leirvík. Fólkatalið var óbroytt í tveimum og minkaði í níggju kommunum. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2023 og 2024. 

Les eisini...  Kappast í Prag

Fólkatalið í kommunum og bygdum

jan 2023 – jan 2024

 januarmunur
 20232024persónar%
Tilsamans54.09554.5454500,8
Fugloyar kommuna4342-1-2,3
– Hattarvík131300,0
– Kirkja3029-1-3,3
Viðareiðis kommuna348344-4-1,1
– Viðareiði348344-4-1,1
Hvannasunds kommuna42542610,2
– Depil75-2-28,6
– Hvannasund24625041,6
– Múli000
– Norðdepil16917010,6
– Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4175.478611,1
– Klaksvík5.0305.090601,2
– Árnafjørður6663-3-4,5
– Norðoyri159155-4-2,5
– Ánirnar495012,0
– Mikladalur252728,0
– Trøllanes1817-1-5,6
– Svínoy293126,9
– Húsar3439514,7
– Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna15015442,7
– Haraldssund717322,8
– Kunoy798122,5
Fuglafjarðar kommuna1.6211.633120,7
– Fuglafjørður1.6091.621120,7
– Hellurnar121200,0
Eysturkommuna2.2552.296411,8
– Leirvík1.0141.055414,0
– undir Gøtueiði333639,1
– Gøtugjógv5654-2-3,6
– Skálafjørður, Eysturkommuna45125,0
– Norðragøta657640-17-2,6
– Syðrugøta491506153,1
Nes kommuna1.5001.536362,4
– Nes, Eysturoy375366-9-2,4
– Saltnes1511671610,6
– Toftir9741.003293,0
Runavíkar kommuna4.3284.379511,2
– Oyndarfjørður126120-6-4,8
– Elduvík151616,7
– Funningsfjørður5548-7-12,7
– Æðuvík9995-4-4,0
– Glyvrar463478153,2
– Lamba161150-11-6,8
– Rituvík334333-1-0,3
– Runavík585575-10-1,7
– Saltangará1.1281.183554,9
– Skipanes5452-2-3,7
– Søldarfjørður36036110,3
– Lambareiði911222,2
– Skála755772172,3
– Skálafjørður13513943,0
– Funningur4946-3-6,1
Sjóvar kommuna1.1911.206151,3
– Innan Glyvur8786-1-1,1
– Kolbeinagjógv3337412,1
– Morskranes3024-6-20,0
– Selatrað414437,3
– Strendur1.0001.015151,5
Eiðis kommuna80380630,4
– Eiði71671930,4
– Ljósá3736-1-2,7
– Svínáir505112,0
Sunda kommuna1.8281.82800,0
– Norðskáli332322-10-3,0
– Oyrarbakki16616600,0
– Oyri16917784,7
– Gjógv293013,4
– Haldórsvík11311300,0
– Langasandur4643-3-6,5
– Tjørnuvík4744-3-6,4
– Saksun111100,0
– Hvalvík256266103,9
– Nesvík000
– Streymnes335329-6-1,8
– Hósvík32432730,9
Tórshavnar kommuna22.98823.2422541,1
– Kollafjørður820813-7-0,9
– Oyrareingir4037-3-7,5
– Signabøur160151-9-5,6
– Argir2.4932.540471,9
– Tórshavn13.94014.0991591,1
– Kaldbak24424510,4
– Kaldbaksbotnur87-1-12,5
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes10010777,0
– Hoyvík4.5894.647581,3
– Norðradalur9900,0
– Syðradalur, Streymoy68233,3
– Kirkjubøur777811,3
– Velbastaður25826462,3
– Hestur1715-2-11,8
– Koltur000
– Nólsoy226221-5-2,2
Kvívíkar kommuna606599-7-1,2
– Kvívík397395-2-0,5
– Leynar115112-3-2,6
– Skælingur131300,0
– Stykkið3735-2-5,4
– Válur444400,0
Vestmanna kommuna1.2631.27070,6
– Vestmanna1.2631.27070,6
Vága kommuna2.1842.198140,6
– Sandavágur1.0141.026121,2
– Miðvágur1.1301.129-1-0,1
– Vatnsoyrar404337,5
Sørvágs kommuna1.2421.232-10-0,8
– Sørvágur1.1401.139-1-0,1
– Bøur7467-7-9,5
– Gásadalur121318,3
– Mykines1613-3-18,8
Skopunar kommuna47047220,4
– Skopun47047220,4
Sands kommuna52252971,3
– Sandur52252971,3
Skálavíkar kommuna1281421410,9
– Skálavík1281421410,9
Húsavíkar kommuna10210200,0
– Dalur3433-1-2,9
– Húsavík585911,7
– Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3432-2-5,9
– Skúgvoy2927-2-6,9
– Stóra Dímun5500,0
Hvalbiar kommuna666640-26-3,9
– Hvalba598575-23-3,8
– Sandvík6865-3-4,4
Tvøroyrar kommuna1.7631.750-13-0,7
– Froðba285273-12-4,2
– Trongisvágur529527-2-0,4
– Tvøroyri86386960,7
– Ørðavík2724-3-11,1
– Ørðavíkslíð5957-2-3,4
Fámjins kommuna798011,3
– Fámjin798011,3
Hovs kommuna10410621,9
– Hov10410621,9
Porkeris kommuna331322-9-2,7
– Porkeri331322-9-2,7
Vágs kommuna1.3611.36650,4
– Vágur1.3611.36650,4
Sumbiar kommuna343335-8-2,3
– Lopra7773-4-5,2
– Sumba254250-4-1,6
– Víkarbyrgi000
– Akrar121200,0
Kelda: Hagstova Føroya