Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andras Róin frá sum stjóri í Bústøðum

Stýrið ynskir at fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd

Stýrið fyri Bústaðir og Andras Róin hava í semju gjørt fráfaringaravtalu.

Tað skrivar Bústaðir í tíðindaskrivi.

– Stýrið ynskir at fara undir eina menningartilgongd, og at ein nýggjur stjóri skal mynda hesa tilgongd. Stýrið fyri Bústaðir takkar Andras Róin, ið hevur myndað felagið síðani 2011 fyri arbeiði, har Andras hevur staðið á odda fyri at umskipa og menna Húsalánsgrunnin til Bústaðir, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Fyribils stjóri verður Hjørdis Gaard Lailudóttir, til nýggjur stjóri er settur í starv. Hjørdis er 54 ára gomul og útbúgvin cand. scient. pol. og hevur drúgvar royndir bæði innan tað almenna og privata.

– Bústaðir er farið frá at vera ein grunnur, sum hevði sum aðalmál at veita fígging til húsabygging, til at verða eitt bústaðafelag, sum stendur fyri at byggja og leiga út bústaðir kring landið. Bústaðir hevur omanfyri 450 leigumál og fleiri eru á veg, skrivar Bústaðir.

Lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum.

Um Bústaðir 
Aðal uppgávan hjá Bústøðum er at finna nýggjar og tíðarhóskandi hættir at byggja bústaðir. Her leggja vit dent á at byggja í býlingum og at trivnaðurin hjá okkara leigarum er í hásæti. Vit skulu byggja eitt hóskandi tal av leigubústøðum kring landið við fyriliti fyri byggikostnað, orkunýtslu og bústaðatørv.

Bústaðir er alment bústaðarfelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir kring landið. Sum alment bústaðarfelag tryggja vit at skipaði viðurskifti  eru á leigu- og lutaíbúðarmarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at umvælingar- og fíggjarkarmar eru hóskandi.