Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi bil í frákoyringartíðini

Kann vænta sær eina størri bót

Føroya Politi gjørdi eitt ferðsluátak í Eysturoynni í gjár, har millum annað varð kannað, um bilførarar høvdu koyrikort.

Millum bilførararnar, sum blivu kannaðir í gjár, vísti tað seg, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra bil í frákenningartíðini.

Tað kann blíva ein heldur dýrur umgangur fyri viðkomandi, tí bótin fyri at koyra við ongum koyrikorti í tílíkum føri kann enda at verða upp í 5.000 krónur.

Í Havn tók løgreglan eisini ein førara á prutli, sum hevði tunað sítt prutl, og tað merkir, at plátan verður tikin av prutlinum, og tað skal sostatt skrásetast av nýggjum hjá Akstovuni, tá prutlið er fingið í rættlag aftur.