Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Misti eitt rør úr lastini

Rørið rakti persónbil, ið koyrdi aftanfyri lastbilin

Í gjár, miðskeiðis seinnapartin, misti ein lastbilur eitt rør úr lastini, ið lendi á bilinum aftanfyri.

Hóast hendingin var skakandi fyri bilføraran, sum koyrdi aftanfyri lastbilin, so stóðst eingin fólkaskaði av hendingin, men talan er um stóran materiellan skaða.

Tilburðurin fór fram á landsveginum millum Sandvíkarhjalla og Sund.

Bilførararin í lastbilinum legði til merkis, at rørið fór úr lastini og á bilin, og steðgaði lastbilinum fyri at vita, hvussu stóð til hjá bilførararanum, sum var einsamallur í bilinum.

Nú verður málið kannað, og finnast skal fram til, hví rørið fór av lastbilinum, men greitt er, at lastin ikki var tryggjað nóg væl, og tí verður lastbilaførarin skuldsettur fyri brot á ferðslulógina.

Tó so, tí vísir tað seg, at rørið varð bundið eftir forskriftunum, og orsøkin er ein onnur, hví rørið loysnaði, so kann skuldsetingin verða tikin aftur, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi í morgun.

Húsaófriður í høvuðsstaðnum
Í nátt var boðað frá húsaófriði í einum sethúsum í Havn.

Hetta var beint yvir midnátt.

Løgreglan fór á staðið, og eitt fólk varð tikið við á løgreglustøðina í samband við tilburðin.

Alkohol var við í leikinum, og viðkomandi hevur nú sovið rúsin av sær.

Løgreglan hevur ikki fleiri upplýsingar um hetta málið í verandi løtu.