Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fountainhúsið flutt í størri hølir

1. januar flutti Fountainhúsið í nýggj hølir á V.U. Hammershaimbsgøtu

Fountainhúsið er flutt í nýggj hølir á V.U. Hammershaimbsgøtu 3, har Umlættingaheimið helt til í mong ár.

Tað skrivar Fountainhúsið á heimasíðu sínari.

Fountainhúsið hevur annars hildið til í Heinesenshúsinum á Tinghúsvegnum, men felagið hevur leingi strongt á at fáa nýggj hølir, tí húsini á Tinghúsvegnum hava verið ov lítið til virksemið hjá Fountainhúsinum, sum er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar.

Felagið sigur, at í hesum nýggju hølunum er nógv rúmligari, og tí er pláss fyri meira virksemi.

– Vit gleðast um at byrja eitt nýtt og spennandi tíðarskeið saman í nýggja Fountainhúsinum, skrivar felagið á heimasíðuni.

Umlættingarheimið, har Fountainhúsið nú heldur til, á V. U. Hammershaimbsgøtu læt aftur á sumri í 2021, tá heimið flutti í nýggj hølir á Urd, ið er nýggja umlættingar- og endurmenningardeplinum við Rólantsgøtu í Hoyvík.

Um Fountainhúsið
“Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.

Endamálið hjá Fountainhúsinum er at skapa eina meiningsfulla tilveru og innihald í gerandisdagin. Tað er umráðandi, at øll hava nakað at koma upp til, og fáa møguleikan til at skapa positivar og varandi broytingar í teirra lívi. Fountainhúsið hevur sum aðalmál at stuðla teirra limum í at brúka sínar styrkir og menna teirra førleikar.

Tað koma millum 30-40 limir til arbeiðis í Fountainhúsinum um vikuna, tað veri seg í køkseindini, skrivistovueindini, húsinum, urtagarðinum, til handaligt arbeiði ella annað virksemi. Tá ið limirnir hava verið eina tíð, og megna at koma víðari, hjálpa starvsfólkini í Fountainhúsinum teimum í aðra fyriskipan. Øll kunnu seta seg í samband við Fountainhúsið. Tað er eingin bíðilisti, og eingin tørvur er á ávísing.

Fountainhúsið hevur sum mál, at allir limir kenna at tey megna nakað, at tey eru nakað, at tað er tørvur á teimum og at tey gera mun. Hetta er ein sera týdningarmikil boðskapur, og ger Fountainhúsið eitt stórt og umráðandi arbeiði fyri sínar limir.”