Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

SÍ beint í hølunum á Fleyr eftir 3-1 sigur

Mjølnir nærum spleysað av eftir tap fyri KÍF

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
SÍ – Fleyr 3-1 (14-25, 25-17, 25-22, 25-11)

Munurin millum Fleyr á øðrum plássi og SÍ á triðja minkaði niður í bara eitt stig í kvøld eftir 3-1 sigur til SÍ í dysti teirra millum.

Fyrst smurdi Fleyr SÍ av í fyrsta setti, fyri síðan sjálvt at verða smurt av í øðrum setti. Triðja sett lá leingi til Fleyr, sum legði seg á odda 18-14, men SÍ javnaði til 18-18 og vann síðstu fýra bóltarnar á rað og settið 25-22.

Tá SÍ legði seg á odda 14-6 í fjórða setti, sást hvønn veg tað bar, og brátt hevði SÍ vunnið 25-11.

Við teimum trimum stigunum fyri sigurin kemur SÍ upp á 21 stig, meðan Fleyr verður standandi á 22. Longu í annaðkvøld kann SÍ fara framvið Fleyr, tá SÍ spælir ímóti Ternuni, sum einki sett hevur vunnið í kappingini higartil.

KÍF – Mjølnir 3-0 (25-23, 25-21, 25-16)
Fyri Mjølnir var tað bakkast at tapa fyri KÍF, sum ikki hevur vunnið dyst síðan teir báðar fyrstu dystirnar í kappingini ímóti Ternuni og SÍ í oktober. Ósigurin hjá Mjølni merkir, at liðið nú er ávikavist fimm og seks stig aftanfyri SÍ og Fleyr. Tó at Mjølnir hevur spælt ein dyst færri, so fer tað nú at gerast trupult hjá Mjølni at taka tey bæði aftur og vinna seg fram á annaðplássið, sum gevur atgongd til FM-finalurnar.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr.LiðDystirStig
1Dráttur1128
2Fleyr1122
31121
4Mjølnir1016
5TB911
6KÍF1110
7Ternan90