Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

239.705 krónur til børnini

Enn einaferð hevur Team Rynkeby Føroyar skipað fyri rimmar gallaveitslu á Hotel Føroyum og savnað pening inn til føroysk børn, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum

Hvørt ár savnar Team Rynkeby Føroyar inn pening til børn, sum eru rakt av lívshættisligum sjúkum, familjur teirra og til gransking í hesum sjúkum í Føroyum. 2024 er einki undantak, og eitt av størri tiltøkunum, sum Team Rynkeby skipar fyri, hevur verið hildið hetta vikuskiftið – nevniliga árliga gallaveitslan á Hotel Føroyum.

Eins og siður er, var hotellið karmur um rimmar gallaveitslu við frálíkum tónleiki og sangi, rørandi samrøðum og fyrstafloks mati og drekka. Hotellið var á tremur við fólki, og tá ið samanteljingin var liðug, gjørdist greitt, at 239.705 krónur eru komnar inn hetta kvøldið.

Hvørt oyra fer til børnini. Eitt nú til at geva teimum og familjum teirra eitt fíggjarligt ískoyti, sum kann lætta um eina løtu, tá ið lívið gerst trupult.

Og tað ger veruliga mun. Ein teirra, sum gav gestunum á Hotel Føroyum eitt serstakt innlit í lívið hjá teimum, sum Team Rynkeby letur pening til á hvørjum ári, er Jóhanna Christiansen úr Klaksvík. Vanliga kenna vit hana sum býráðslim í Klaksvík, men hetta kvøldið vitjaði hon sum omma at Petur Marnar, sum var føddur við lívshættisligari sjúku. Hann livdi bert í fimm ár, men hesi árini ríkaði hann øll, sum hann hitti á vegnum.

“Petur Marnar segði ikki eitt orð, gekk ikki eitt spor, men eg kenni ongan, sum hevur sett so nógv og so djúp spor, hjá so nógvum fólki, sum júst hann”, greiddi Jóhanna omman m.a. frá.

Og familjan hjá PeturMarnar er ein teirra, sum hevur fingið stuðul frá Team Rynkeby Føroyar.

“Tað er ikki neyðturviliga peningurin, sum var tað størsta, men kenslan av, at mann er sæddur, mann er hoyrdur, onkur er, sum vil stuðla einum uttan at seta treytir ella krøv ella spurnartekn við, hvat pengarnir verða brúktir til. Tað var fantastiska rørandi”, segði Jóhanna Christiansen á Hotel Føroyum.

Les eisini...  Frágreiðing: Rætt til ríkisborgararætt?

Team Rynkeby Føroyar takkar øllum teimum, sum gjørdi hetta kvøldið gjørligt. Tey, sum ríkaðu okkum kvøldið við tónleiki og sangi. Tey, sum lótu fyrstafloks mat og drykkivørur. Hotel Føroyar fyri frálík høli og dugnalig starvsfólk. Og ikki minst tey mongu, sum keyptu atgongumerki og settu kvøldið av til tann gaman og álvara, sum árliga gallaveitslan er. Uttan tykkum, eingin gallaveitsla og eingin kekkur!

Team Rynkeby Føroyar