Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleyr og SÍ fara at kappast um FM-finaluplássið ímóti Drátti

Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr í gjár, men tað eydnaðist ikki

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Mjølnir – Fleyr 0-3 (23-25, 16-25, 14-25)
Skuldi Mjølnir gera sær veruligar vónir um at røkka FM-finalunum, so var neyðugt at vinna á Fleyr í gjár, men tað eydnaðist ikki.

Tað sá tó væl út í fyrsta setti setti, tá Mjølnir var á odda 22-18, men so vann Fleyr fýra bóltar á rað og settið 25-23.

Annað og triðja sett vann havnarliðið 25-16 og 25-14 uttan himpr.

Við sigrinum tekur Fleyr annaðplássið aftur frá SÍ, sum hevði ligið har síðani hóskvøldið eftir 3-0 sigur á Ternuni. Einans eitt stig er á muni teirra millum á øðrum og triðja plássi. Í næsta umfari, 4. mars, møtast Fleyr og SÍ í sera avgerandi dysti um, hvør teirra fær rættin at møta Drátti í FM-finalunum.

Men áðrenn tað skal Fleyr spæla steypafinalu ímóti Drátti næsta leygardag, 24. februar, í Høllini á Hálsi í Havn.

Dráttur – TB 3-1 (25-19, 25-20, 22-25, 25-14)
Í kvinnudystunun síggja vit oftari enn hjá monnum, at liðini kunnu vinna bæði seks og sjey stig á rað – og onkuntíð meira – og tað hevur avgjørt mangt settið.

Í gjár var TB frammanfyri 12-11 í fyrsta setti, men so vann Dráttur seks stig á rað, og so fór at verða ov strævið at taka tað mista innaftur, og Dráttur vann 25-19. Sama gjørdi seg galdandi í øðrum setti, har TB var á odda 19-16 og 20-18, men so vann Dráttur rest – sjey stig á rað og settið 25-20.

Longsta stigarøðin í triðja setti var upp á fýra stig, og TB hevði tvær av teimum, og tá eydnaðist TB at vinna settið 25-22. Men seks stig eftir hæli, eftir at TB hevði verið á odda 4-3 í fjórða setti, forkom góðu byrjanini, og so vann Dráttur 25-14.

Ternan – KÍF 2-3 (17-25, 25-22, 19-25, 25-22, 8-15)
Á Toftum fegnast tey um endiliga at hava vunnið sítt fyrsta stig hetta kappingarárið. Áðrenn dystin í gjár hevði Ternan ikki so frægt sum vunnið eitt einasta sett, men nú eru tey tvey, sum eisini hevur givið teimum eitt stig á stigatalvuni, so hóast 3-2 tapið, fegnast tey kortini í Ternuni.

Í Kollafirði fegnast tey helst eisini um sigurin – annan á rað – eftir annars at hava tapt sjey frammanundan, men eitt sindur snópisligt man tað kortini kennast bara at fáa tvey stig fyri sigurin, hóast tað altíð er stuttligt at vinna fimmsettarar.

Støðan í Føroya Tele-kappingini, kvinnur:

Les eisini...  Føroyski vinnutíttleikin framvegis stórur
Nr.LiðDystirStig
1Dráttur1231
2Fleyr1225
31224
4Mjølnir1116
5KÍF1212
6TB1011
7Ternan111