Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Framløga um gransking í nevrologiskum sjúkum/brekum í Føroyum & handan av stuðli

Hin Rusuti, alians Jens Jákup Hannsen fer at handa stuðulin hann hevur savnað inn seinasta árið. Tórunn Højgaard Ósá, sum fer at greiða frá sínari spennandi granskingarverkætlan í samstarvi við Setrið og LS.

Forkunnug framløga verður á ársaðalfundinum hjá ADHD felagnum 3.mars í Perluni.
Tað er PHD lesandi Tórunn Højgaard Ósá, sum fer at greiða frá sínari spennandi granskingarverkætlan í samstarvi við Setrið og LS.

Hon granskar í títtleikanum av neurologiskum sjúkum/brekum hjá børnum í Føroyum, harímillum ADHD, autismu, epilepsi, CP og Føroyasjúkuni o.ø..

Eisini kannar hon svøvnin og svøvntrupulleikar, og ger royndir við, um ein serligur tónakoddi kann vera ein bati upp á svøvntrupulleikar.

Sum partur av granskingini verður eisini hugt eftir ADHD títtleikanum, og hvørji børn og ung hava fingið ADHD diagnosuna frá 2004-2022 á LS.
Granskingin fer vónandi at geva okkum heilt nýtt forstáilsi fyri ADHD í Føroyum.

Hin Rusuti, alians Jens Jákup Hannsen fer at handa stuðulin hann hevur savnað inn seinasta árið.
Í sínum megnar arbeiði við at varpa ljós á ADHD, hevur hann savnað pening til felagið og til túrarnar m.a. uppá hægstu fjøll í Suðuramerika og Afrika.
Seinasti møguleiki at stuðla Hinum Rusuta er 2.mars á konto í Betri 9181-5785172.

Tríggir limir standa fyri vali. Tveir stila uppaftur í meðan Anne Sophie Nordendal takkar fyri seg eftir at hava sitið í 4 ár í nevndini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til almenna tiltakið við framløgu og stuðulshandan. Eftir kaffisteðgin verður aðalfundur fyri limir.

ADHD-felagið.