Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sending á DR: Føroysk genta fær sálarhjálp í Danmark

– Psykiatriin í Føroyum gav skarvin yvir, og tí endaði eg her í Holmstrupgård, sigur Kathrina Joensen

– Eg merki ikki gleði, vreiði og tær kenslur sum “vanlig fólk” hava.

Soleiðis sigur Kathrina Joensen, sum ger skaða á seg sjálva, í sendingini á Danmarks Radio, “Syg ungdom”, har Anders Agger er vertur.

Í tríggjar mánaðir vitjar verturin Holmstrupgård – ein sosialpsykiatrisk kreppumiðstøð – í Aarhus, har hann tosar við nøkur ungfólk, sum uppliva upp- og niðurtúrar. Felags fyri hesi ungu er, at tey trívast ikki og hava tørv á serviðgerð.

Kathrina, sum er 17 ár, tá sendingin er tikin upp, greiðir frá, at psykiatriin í Føroyum gav skarvin yvir, tá tað kom til at geva henni røttu viðgerðina, og tí er hon endað í viðgerð í Holmstrupgård – ein avgerð, hon als ikki var samd við føroysku skipanina um.

– Eg eri langt burtur heimanífrá, og ynskti ikki at koma her, sigur Kathrina Joensen, ið hevur PTSD, ADHD og borderline

Brotið við Kathrinu byrjar í 18. minutti og sæst her:

https://www.dr.dk/drtv/se/indefra-med-anders-agger_445922

116 111 – Tú & Eg Ráðgevingin
Tú ert altíð vælkomin at ringa dulnevnt til Tú & Eg Ráðgevingina, um tú hevur tørv á at tosa við onkran, ella ynskir at fáa hjálp ella vegleiðing til eitthvørt. Tær nýtist ikki at siga hvussu tú eitur. Vit síggja heldur ikki hvør tað er, sum ringir til 116 111. 

116 111 svarar gerandisdagar frá klokkan 10:00 til 15:00 og hvørt kvøld frá klokkan 20:00 til 22:00

TÚ & EG PRÁT
Er tað sálarlig “óheilsa” ella ‘bara’ livið, ið kennist torført? Tær nýtist ikki at kenna svarið. Vit eru her fyri teg sum er ung/ur og sum hevur tørv á einum, ið hevur tíð at lurta. Ring til okkum á 116 111 og avtala eitt prát í somu viku, ja kanska sama dag. Tær nýtist ikki at siga hvussu tú eitur.