Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í alt fýra ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri hassjsmugling

Fríggjadagin fall dómur í málið um smugling av umleið 25 kilo av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist trý ár og eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing

Málið, sum var viðgjørt av einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í síðstu viku, snúi seg í høvuðsheitum um tvey føri av smugling av hassji til Føroya. Nøgdirnar vóru ávikavist umleið 15 kilo og umleið tíggju kilo.

Tveir menn blivu fríggjadagin dømdir í málinum.

Maðurin, sum fekk trý ára treytaleysa fongsulsrevsing, varð ákærdur fyri báðar innsmuglingarnar av hassji upp á íalt umleið 25 kilo. Maðurin bleiv harumframt ákærdur fyri 11 onnur smærri brot á rúsevnislóggávu, m.a. sølu av amfetamini. Maðurin bleiv dømdur fyri øll brotini.

Dómsmansrætturin legði í ásetingini av revsingini m.a. dent á stóru mongdina av hashi, at maðurin hevði ein avgerandi leiklut í smuglingunum, og at hann, meðan hann var avlurtaður av politinum, hevði givið til kennar, at hann var ein týdningarmikil persónur á hashmarknaðinum í Føroyum.

Hin maðurin, sum bara var ákærdur fyri smuglingina upp á umleið 15 kilo, bleiv dømdur eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin varð dømdur fyri at hava viðvirkað til smugling av tíggju kilo av hassji til Føroya.

Dómsmansrætturin dømdi sostatt ikki mannin fyri smugling av samlaðu mongdini og legði í tí sambandi dent á, at maðurin ikki hevði havt hashið um hendi, og at hesin maðurin spældi ein minni leiklut í málinum.

Báðir teir dømdu tóku umhugsunartíð og hava sostatt 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.

Hassjmálið, sum var viðgjørd í Føroya Rætti í síðstu viku, er sama mál, sum í oktober 2023 bleiv avbrotið orsaka av inhabiliteti.