Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndirnar í Havnar Tennisfelag og Tennissambandi Føroya halda fram

Ársaðalfundur fyri bæði feløgini var hósdagin 15. februar

Tey, ið stóðu fyri vali, tóku við afturvali og nevndirnar hava skipað seg á sama hátt sum í fjør.

Nevndin í HTF:
Rúna S. Eliassen, forkvinna
Jón Brekku, peningarøkil
Barbara á Rógvi
Steinar Patursson
René K. Rasmussen

Nevndin í TSF:
Stefan í Skorini, formaður
Ingi H. Højsted, peningarøkil
Jón Brekku
Janus P. Rein
Svenn F. Jacobsen

Tennis í Føroyum hevur tað betri enn nakrantíð. Umstøðurnar í Gundadali eru góðar, serliga nú nýtt felagshús er komið.

Limatalið er umleið 200.

Umframt formell ting og nevndarval, so tók aðalfundurin avgerð um, at limagjaldið fyri 2024 verður tað sama sum í 2023. Tvs. 500 krónur fyri vaksin og 300 krónur fyri børn/lesandi/pensionistar.

Lesið meira um limaskap, bílegging av vallunum o.a. á tennis.fo