Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag: Føgur orð og ætlanir

Verður alt ført út í lívið, og um so er? Hvussu og nær? Vit halda ondini og bíða í spenningi, skrivar Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

Fólkaskúlin er í løtuni í brennideplinum bæði í landsstýri og á løgtingi. Komandi týsdag – í morgin – verður aðalorðaskifti á løgtingi um fólkaskúlan. Í tí sambandi vísti landsstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, í sínum framløguskrivi serliga á fýra tilmæli.

1. Smærri flokkar. Fyri at tryggja betri trivnað vil eg arbeiða fyri, at floksstøddin frameftir verður 20 næmingar. Talan verður um eina rullandi skipan og byrjað verður við komandi 1. flokki
2. Góðar umstøður til flokslæraran. Tað er eingin ivi um, at uppgávurnar hjá flokslæraranum í dag eru sera krevjandi, og vit sum varða av mugu tryggja teimum neyðugu eftirútbúgving.
3. Víðka tvílæraraskipanina. Tvílæraraskipanin er við til at tryggja eina fjølbroytta og nærverandi undirvísing, og er grundað á eina inkluderandi hugsjón. Vit skulu arbeiða fram ímóti, at tvílæraraskipanin gerst galdandi fyri alla grund- og miðdeild.
4. Vælútbúgvin fólk. Tað er av alstórum týdningi, at vit alla tíðina hava vælútbúgvin fólk innan allar lærugreinar og fakøki og tørvurin á eftirútbúgving ongantíð hevur verið størri enn nú.

Landsstýrismaðurin sigur seg gleða seg til eitt gott og mennandi orðaskifti týsdagin við herðslu á, at fólkaskúlin er grundstøðið undir allari skúlaskipan okkara, ein skipan, ið vit sum samfelag eiga at virðismeta og menna.

Avgjørt gott útgangsstøði at tosa út frá, tí hesa fýra tilmælini eru so grundleggjandi og fundamental fyri allan skúlan. Her mugu batar til, helst á øllum fýra økjum umframt á øðrum økjum við. So vit gleða okkum eisini til orðaskiftið.

Men eitt er kjak; annað er at fáa tilmæli ígjøgnum skipanina á rættan hátt, og har peningur fylgir við. Tann politiska telvingin kann sum kunnugt bæði vera drúgv og trupul. Vit ynskja landstýrismanninum og allari politisku skipanini hepna hond, nú munandi batar hómast í havsbrúnni. Men vit kanna okkum ikki bitan, fyrr enn hann er svølgdur.

Les eisini...  Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag: Átti ikki at verið neyðugt við klædnareglum

Hinvegin eru vit varnir optimistar í Lærarafelagnum, tí løgtingið sýnist at hava hjartað á røttum stað, tá ið talan er um fólkaskúlan. Føroya Lærarafelag hevur, í samband við aðalorðaskiftið, spurt umboð fyri allar politisku flokkarnar á løgtingi soljóðandi spurning: “Hvørji evni heldur tú hava størst týdning at taka fram, nú fólkaskúlin fer at verða viðgjørdur í aðalorðaskifti í løgtinginum?” Allir flokkar hava svarað og eftir mínum tykki bæði jaligt og konstruktivt. So spennnandi verður at hoyra orðaskiftið í løgtinginum. Men eitt orðaskifti í sjálvum sær flytur einki. Stóra arbeiðið skal gerast eftirfylgjandi. Og vit í Lærarafelagnum fara sjálvsagt altíð at vera ein konstruktivur viðspælari í allara tilgongdini og altíð sum best at vera við til at ávirka tey ymisku uppskotini, so tey koma rætt út í lívið.

Nú um dagarnar sendu vit hoyringarsvar til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan. Talan er um uppskot um broytingar í § 20, ið ásetur næmingatal í hvørjum flokki. Har er okkara tilmæli púra greitt. At í lógini má standa, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið ikki at fara upp um 20 í hvørjum flokki. Uppskotið leggur annars upp til, at um næmingatalið í flokkinum er hægri enn 20 við skúlaársbyrjan, kann skúlaleiðarin avgera at býta flokkin í tveir flokkar ella seta aðra fyriskipan í verk. Hetta er ein ov leys orðing og minnir ov nógv um núverandi støðu. Vónandi vera tillaðingar gjørdar, eisini í hesum uppskotinum, skúlanum at frama. Vit fara so at vera við allan vegin.  

Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag

Kelda: Skúlablaðið