Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í dag er aðalorðaskifti um fólkaskúlan

Endamálið við aðalorðaskiftinum er at geva tingfólki høvi at siga sína hugsan um fólkaskúlan í breiðastu merking, men eisini at umrøða tey evni, sum eru uppi í tíðini – við støði í kanningum, frágreiðingum og tilmælum, sum eru gjørd síðstu árini

Tað eru meiri enn fimm ár síðan, at aðalorðaskifti seinast var um fólkaskúlan; tað var í november 2018.

Sum upphiting til aðalorðaskiftið hava tingfólk fyri hvønn flokk sær givið sítt íkast til kjakið á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at næmingatalið í hvørjum flokki skal lækkast, og samstundis eigur tvílæraraskipanin – sum verður nevnd aftur og aftur í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum – at verða raðfest og styrkt. Ikki bara í byrjanardeild og miðdeild, men eisini í hádeild eftir mínum tykki. Tvílæraraskipanin letur upp fyri nógvum góðum møguleikum, sum verða bæði einstaka næminginum, flokkinum og lærarunum til frama. Tvílæraraskipanin er eisini ein lykil til, at fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi hurðar kunnnu latast upp. M.a. verður møguligt at arbeiða meiri skapandi, handaligt, kannandi og verkligt við einum flokki, tá tveir lærarar altíð eru til staðar. Lærarar kunnu eisini sparra og læra av hvørjum øðrum í eini slíkari skipan – har eru nógvar vinn-vinn støður. Les greinina hjá honum her: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/tv%C3%ADl%C3%A6raraskipan-eigur-at-vera-%C3%AD-%C3%B8llum-deildum-%C3%AD-f%C3%B3lkask%C3%BAlanum

Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at seinastu nokk so nógvu árini hevur verið tosað um, at næmingarnir hava ov nógvar tímar. Í staðin fyri at gera nakað við hetta, so hevur politiska skipanin ferð eftir ferð økt tímatalið hjá næmingunum. Her má broyting koma í, og her má handlast. Teir tímarnir, sum verða tiknir av tímatalvuni hjá næmingunum, eiga ikki at verða ein sparing hjá fólkaskúlanum, men heldur eiga teir tímarnir at brúkast til at fáa fólkaskúlan enn betri. Tað eru fleiri øki í fólkaskúlanum, sum hava brúk fyri hægri raðfesting. Les greinina hjá honum her: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/fleiri-%C3%B8ki-%C3%AD-f%C3%B3lkask%C3%BAlanum-hava-br%C3%BAk-fyri-h%C3%A6gri-ra%C3%B0festing

Les eisini...  Føroyska rossið flutt eitt fet frá eggini

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at vit mugu hava fleiri starvsfólk um hvønn næming í fólkaskúlanum, soleiðis at bæði næmingar og starvsfólk trívast og læra. Testir, eftirlit og eyðmerkingar eiga at minimerast, og kreativitetur, verkætlanir og hugflog áttu at elvt til meira læring. Fólkaskúlin er ikki bert ein klekingarmaskina til miðnám, men ein grundskúli til lívið í øllum viðurskiftum. Les greinina hjá honum her: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/vit-eiga-at-stytta-sk%C3%BAladagin-og-br%C3%BAka-yvirskotst%C3%ADmarnar-til-tv%C3%ADl%C3%A6raraskipan

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, heldur, at tað, sum hon vil raðfesta fremst, er at styrkja flokslæraraskipanina og tvílæraraskipanina, og at fáa eftirúrbúgvingar á breddan, so tær kunnu verða bodnar út javnt sum skjótast, tí tørvurin er sera stórur, nú mong ár eru runnin, síðani lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar o.o. vórðu útbúgvin í Føroyum. Les greinina hjá henni her: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/t%C3%BDdningarmiki%C3%B0-at-vi%C3%B0gera-og-ra%C3%B0festa-sk%C3%BAlam%C3%A1l-politiskt

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at næmingarnir í skúlanum eiga fáa ein meira rímiligan skúladag bæði innihaldsliga og í longd. Skúladagurin, sum jú er teirra arbeiðsdagur, er alt ov langur. Tøl vísa, at føroysku børnini hava longstu skúlavikuna í Norðurlondum. Vit eiga tí at skera fleiri tímar av tímatalvuni hjá teimum yngru og serliga hjá eldru næmingunum, sum hava alt ov nógvar tímar á skemanum. Les greinina hjá honum her: http://larara.net.dynamicweb-cms.com/n%C3%A6mingarnir-eiga-at-f%C3%A1a-ein-r%C3%ADmiligari-sk%C3%BAladag