Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Úr einum stjórastarvi í eitt annað

Sigurd L. Lamhauge er nýggjur stjóri í IRF

Fyrr í dag frættist, at Sigurd L. Lamhauge hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Landsverki, har hann hevur verið stjóri í gott og væl fýra ár.

Í samrøðu við Kringvarpið á middegi segði nú skjótt fyrrverandi stjórin, at vegna tað, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, hevur valt at brúka ráð frá privatum um Suðuroyartunnilin, hevði framskundað uppsøgnina.

– At landsstýrismaðurin, Dennis Holm, velur at brúka ráð frá privatum um Suðuroyartunnilin, kann eg ikki sum stjóri á einum stovni, sum hevur sum fremstu uppgávu ráðgeva politisku skipanina, góðtaka, og tað hevur framskundað uppsøgnina, sigur Sigurd L. Lamhauge

Men tað var ikki leingi, at Sigurd L. Lamhauge var stjóraleysur, tí IRF kunngerð í dag, at Sigurd Lamhauge er settur sum stjóri í IRF.

IRF skrivar, at Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, er verkfrøðingur og hevur eina Master í leiðslu.

– Sigurd hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum, sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands, skrivar IRF.