Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FC Hoyvík sett høvuðsungdómsvenjara til gentuliðini

Jan Mølvad Laursen er settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá gentuliðunum í FC Hoyvík

Nevndin í FC Hoyvík hevur gjørt sáttmála við Jan M. Laursen, soleiðis at hann eisini komandi kappingarárið verður annar av okkara høvuðsungdómsvenjarum, har hann kemur at hava ábyrgd av gentuliðum felagsins.

Jan Mølvad Laursen er kendur í felagnum í Hoyvík, her hann í fjør var høvuðsvenjari hjá G13, ið millum annað bæði bleiv FM og steypavinnari.

Felagið skrivar, at Jan hevur prógv sum UEFA A-venjari, og síggja vit fram í móti einum góðum og mennandi kappingarárið, har hann saman við okkara barna- og ungdómsvenjarum koma at mynda venjingarnar.

– Skjótt verða venjingartíðir hjá øllum okkara liðum tøkar, og síggja vit framhaldandi fram til at síggja nógv børn og ung á Hoyvíksvøllinum, skrivar felagið.

Umframt at verða annar av høvuðsungdómsvenjarunum, so kemur Jan, saman at øðrum, eisini at verða venjari hjá G16 í Hoyvík.